TIL GLÆMU

* 27. juni † 14. oktober 1986

 Onki longur er tað sama,
morgun kvøld er, dagur nátt.
Alt er broytt, nú lítil glæma
borin er um deyðans gátt.
Tí tað ljós, í eystri rann,
morgunstund í vestri svann.
Eins og norðljós skært tað skygdi,
men tó vónarbrýr tað bygdi.

Meðan slavnir vindar strúka
skýmingsstund um heyg og hól,
eygu blíð og holdið mjúka
verma meir enn summarsól.
Lítið reyðargullið vá
mett við barnsins bros og brá.
Tá tað hendur legði saman,
bjartast skygdi sólarglæman.

Missur elvir skjótt til iva,
saknur verður ísbrúgv sterk.
Men har vatn er, urt kann liva,
dropin ger har undurverk;
Har, sum sorgarlogin brann,
minnið dýra valdið vann.
Tá ið stormar sólskin køva,
minnisglæma veitir flæva.

november 1986

Pápi
 
 
 
Hesa yrking skrivaði Finnbogi Ísakson, sáli, tá dótturin, Glæma Finnbogadóttir, andaðist, ikki fýra mánaðar gomul.
 
Mamman, Ása, hevur sent okkum vøkru og hjartanemandi yrkingina, sum ikki hevur staðið á prenti áður.
 
 
Leygardagin 14. oktober eru liðin 20 ár síðani Glæma doyði.