Hvat kunnu føroyingar læra onnur um okkara seyðahald? Og hvat kunnu vit læra av royndunum hjá granskarum innan landbúnað úr grannalondum okkara?
Hetta er nakað av tí, sum fer at sermerkja norðurlendsku ráðstevnuna um seyðahald sum byrjar í kvøld og varar fram til til hósdagin á Gjáargarði.
Tað er Búnaðarstovan sum skipar fyri hesi ráðstevnuni, sum verður nevnd Internorden. Hetta er ein felagsskapur hjá øllum norðanlondum, og í hesum høpi telja Føroyar við sum land. Luttakararnir eru granskarar, ráðgevar, lærarar innan landbúnað, djóralæknar, fólk í almennu umsitingini, leiðarar í Bóndafeløgum v.m.
Hesaferð eru 45 luttakarar, sum koma úr Finlandi, Svøríki, Danmark, Noregi og Føroyum. Fyrilestrar verða hildnir um ymisk evnir, mest um granskingararbeiði og tey nýggjastu royndarúrslitini.
Fyrilestrahaldarar úr Føroyum eru Rólvur Djurhuus, Gunnar Bjarnason og Hjørdis H. Jensen.
(Mynd: heimabeiti.fo)