Einaferð enn spældi eg Gekk. Hettar var seinasta fríggjakvøld 13.06.97. Eg var heppin hettar kvøldið. Í øðrum spæli á síðu 2 fekk eg eitt vanrætt rað næstan beinanveg, við tølunum 7-13-30-45-66. Eg ringdi til Gekkin og fekk samband alt fyri eitt.
Ein dama sigur »bíða við«. Aftaná at tvey nummur eru drigin kemur hon aftur og spyr: »ringja tygum úr Havn«. Hesum játtaði eg og gav henni navn og telefon nummar.
Hon sigur, at tvey onnur hava ringt, tygum fara á posthúsið eftir 300 kr., farvæl, og leggur á.
Spælið heldur fram og eg verið meira og meira bilsin. Aftaná uml. 7 tøl ringir klokkan, og Rudold sigur »Bingo - vit hava fingið bingo-bingo«.
Eg minnist ikki, hvaðani vinnarnir vóru. Eftir sat eg firtin við hesum spurningum:
1. Hví slapp eg ígjøgnum?
2. Hví helt spælið fram?