Fótbóltur
Seinasta vikan av Formula-kappingini gjørdist til júst tí marruna, sum vandin alla tíðina hevur verið fyri.
Føroyar eru nú einaferð plaseraðar soleiðis á knøttinum, og veðrið kann verða rættiliga illfýsið seinasta partin av árinum.
Síðani fótbóltslandskappingin varð økt upp í 27 umfør, hevur fleiri ferðir verið sagt, at veðrið fyrr ella seinni fór at órógva seinastu umførini. Í 2005, 2006 og 2007 var hepnið tó við fótbóltinum, soleiðis at avlýsingar ikki vórðu neyðugar, men hesa ferð gekk galið.
Næst seinasta umfarið varð flutt til týskvøld, tí spælandi var ikki kring landið sunnudagin, og leygardagin visti eingin at svara, um kappingin var av ella ikki. Undir øllum umstøðum er eingin spenningur eftir í teimum trimum dystunum, sum ikki vórðu gjøgnumførdir, og tí gevur tað kanska lítla meining, um menn skulu á vøllin enn einaferð, nú fleiri feløg longu hava havt sínar veitslur.
Fyrst og fremst, so koyrir hetta aftur undir kjakið, sum hevur verið, um føroyska fótbóltskappingin skal koppast á, soleiðis at byrjað verður á sumri, og at avgerandi dystirnir verða spældir á vári.
Og frá hesum síðum skal sigast, at vit eru ikki í iva um, at hetta er rætta leiðin at ganga. Ítróttarliga er tað mest sum óforsvarligt, um seinastu dystirnir skulu avgerast av hvøssum hvirlum ella stórum hyljum, og bara hetta í sjálvum sær er nóg góð grundgeving fyri at broyta leistin.
Dystarterminirnar kundu framvegis verið heilt fram til endan av oktober, men er veðrið tá ikki til vildar, kunnu dystirnir bara útsetast nakrar mánaðir.
Og fíggjarliga vildi tað eisini hjálpt feløgunum. Í øllum førum er staðfestingin, at áskoðaratalið kring landið var óvanliga lágt tey bæði seinastu umførini – EB/Streymur sjálvandi undantikið.
So ráðini til FSF eru púrasta greitt, at feløgini og nevndin mugu finna saman kring fundarborðið at vita, hvussu føroyska fótbóltslandskappingin skal skipast í framtíðini. Eitt er víst – verandi leisturin spældi fallitt leygardagin.