Sjálvur skal eg ikki taka støðu, hvørt tinglimir skulu fara upp í løn ella ikki. Tað er fyrst og fremst tykkara egna avgerð.
Her haldi eg at hundurin liggur grivin.
Eg meini at tinglimir eiga at blíva frítiknir fyri at áseta sína egnu løn.
Hvønn lønarflokk skulu teir so hoyra til?
Fólkið hevur valt teir at umboða seg á einum almennum Føroya Løgtingi.
Teir eru sostatt valdir í eitt alment starv.
Hvar hoyra alment starvsfólk heima?
Jú, innanfyri Starvsmannafelagið.
Her sigur Karsten Hansen »Ongin lønarhækking til fólk í almennum starvi.«.
Heilsan
Dia Ellindsson
tjóðveldismaður
Runavík