Til Føroya at bíða eftir svartkjaftinum

Átta íslendsk uppsjóvarskip liggja við bryggju í Føroyum og bíða eftir, at svartkjafturin skal koma í føroyskan sjógv.

Svartkjafturin er enn í ES-sjógvi, har føroysk skip hava fingið nógv, men har hava íslendsk skip ikki loyvi at royna. Tey noyðast tí at bíða, til fiskurin kemur í føroyskt øki, tí her hava íslendingar kvotu. 

 

Tíggju íslendsk uppsjóvarskip eru komin hendanvegin. Tvey teirra eru úti, og hini liggja við bryggju, nøkur á Tvøroyri og nøkur í Havn. 

 

Higartil í ár hava íslendsk skip fiskað góð 9.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi.