Til Finnlands á NUTU-summarskúla

Aftur í ár hava ung í norðurlondum høvi at fara á NUTU-sjónleikaraskúla. Í ár verður hetta tiltak hildið í Finnlandi


Sjónleikaraskúlin verður í Finns Högskola í Esbo í tíðarskeiðnum 2.-15. juli 2006, har 60 ungfólk í aldrinum 16 til 25 ár verða við. Skúlin er skipaður sum ein lega, og allir luttakararnir búgva saman á háskúlanum.

Ymsar greinar
Á sjónleikaraskúlanum í ár verður møguleiki at fáa skeið í ymsum greinum innan sjónleik, m.a. Grønlendskum maskudansi, physical storytelling, heimstónleiki, Shakespeare, viewpoints, physical actions o.ø.
Lærararnir á hesum skeiði eru úr Finnlandi, Íslandi, Grønlandi, Danmørk, Svøríki og Føroyum.
NUTU-felagsskapurin er ein norðurlendskur ungdómsfelagsskapur, ið er stovnaður í 1993. Felagsskapurin arbeiðir fyri, at geva ungum sjónleikaráhugaðum í norðanlondum møguleika at hittast tvørtur um landamørk, at hækka støðið í ungdómssjónleiki og eisini, at skapa forum fyri nýhugsan.
Freistin at tekna seg til NUTU-summarskúlan er 21. apríl 2006.
Meiri fæst at vita á www.maf.fo.
Faldari og umsóknarbløð fáast á tlf. 315624 ella við telduposti maf@maf.fo.
 
Elin Neshamar,
praktikantur