Nú fíggjarlógin skal leggjast fyri løgtingið, vilja vit undirritaðu minna tygum á tær mongu undirskriftirnar, ið vórðu handaðar tygum seinasta heyst, við kravi um bergholsgerð millum Hov og Øravík.
Vit meta ferðsluumstøðurnar vera út av lagi vánaligar og vandamiklar, tí heita vit á tygum um at bera so í bandi, at farið verður í holt við eitt berghol millum Hov og Øravík sum skjótast, við at seta pening av til hetta berghol á komandi fíggjarlóg.
At tað landsbúskaparliga ikki skal loysa seg, vilja vit á ongan hátt góðtaka, tí trygd og trivnaður eigur at kom fram um tað búskaparliga.
Eisini vilja vit minna tygum á samgonguskjalið, sum tygum eru partur av, viðvíkjandi útjaðarpolitikki- um, sum sigur, at útjaðarin skal mennast.
Sum tygum vónandi vóru varugur við á ferð tygara í Suðuroynni, so er hetta als ikki nakað »luksus« vit krevja, men ein lívsneyðug íløga fyri Suðuroynna.
Vegna áhugabólkin
Bodil Finnsson
Joan Ludvig
Anna Djurhuus
Rannvá Albinus
Maria Vágfjall