Til finaluumfar í Bulgaria

Í komandi mánaði skal føroyska U20-landsliðið í manshondbólti spæla finaluumfar um IHF-trophy

 

Frøoyska U20-liðið hjá monnum tók tey flestu á bóli, tá tað í vár eydnaðist at vinna IHF-kappingina í Andorra.

 

IHF Trophy er kapping fyri smærri hondbóltstjóðir, og í oktober veðrur finaluumfarið, har Føroyar sum umboð fyri Europa skulu kappast við vinnararnar úr Aisa, Afrika, Oceania og Pan Amerika.

 

Finaluumfarið verður spælt í døgunum 21. til 25, oktober í Gabrovo í Bulgaria. Í næstum fara fyrireikingarnar av álvara ígongd, og í fyrst í oktober mánaði verður endaligi 14-manna hópurin úttikin.