Føðingardagur
Flogvøllurin:At vera føddur sama dag, sum Atlantsflog fór á flog, hevði á 15 ára degnum við sær at tríggir ungir menn hvør fingu eina vikuskfitisferð fyri tvey við fótbóltsdysti í føðingardagsgávu frá Atlantsflogi.
Teir tríggir, Trygvi Askham og Mike Viderø úr Havn og Henry á Fríðriksmørk Borðoy á Strondum eru javngamlir við flogfelagið, og tað vildi felagið so eisini lata teir merkja.
Magni Arge, stjóri í Artlantsflogi lat væl at, tá hann alemnt legði roknskapin fram á tíðindafundi á skrivsovu felagsins í Vágum.
Hetta er fyrstu ferð, aðalfundurin veðrur hildin í Vágum, vísti hann á, og tað er beinleiðis orsakað av Vágatunlinum, segði hann.
Magni Arge boðaði frá munandi fleiri fráfeðrum úr Vagum í summar, enn uandanfarna tíð. Tá flogið verður av tí mesta í summar, verður farið 16 ferðir um vikuna úr Vágum, seðgi hann.
Eisini segði hann frá, at í næstu viku fer Atlantsflog at selja 500 feðaseðlar á rutunetinum uttan fyri Danmarkarrutuna fyri 895,- kr. umframt avgjøld. Teir skulu brúkast í summar.
Danmarkarrutan er nógv størsta inntkukeldan hjá Atlantsflogi. 69% av inntøkunum komu haðani, seðgi stjórin á tíðindafundinum.