Til fótbólts við juristi

Kappingarárið er lokið! VB hevur vunnið, tað skerst ikki burtur! Tillukku VB.

Men søtðið hevur eisini verið so lágt í ár ? og GÍ, B36, B68 og onnur lið vóru so óbegrípiliga fitt at lata VB vinna! Men hvussu verður nú við komandi kappingarárið?

At løgmaður og landsstýrismenn ikki vita, hvat teir hava sagt, fyrr enn sakførarnir hava talað, er so ein søk.

Og stakkals stýrisskipanarlógarfedrar, sum eru í somu støðu: »Manus manum lavat!«

Men at fótbóltssambandið selur eina kappingarskipan ? uttan at vita, hvat stendur í henni, tað má av sonnum sigast at vera lágt støði!

Hví eru UEFA-reglur ikki galdandi í Føroyum?

Hvar er sovandi (fjórða) statsvaldið?

Amerikanarar eru tiltiknir fyri at siga »Okur hittast í rættinum«. Skal nú hvørt mál, skotið á føroya vølli, og hvør fótbóltsdómur til viðgerðar í Føroya Rætti? So verður stuttligt at lesa bløðini komandi ár! Hugsið tykkum til:

»VB vann á Toftum, har oraklið býr, men teir høvdu eisini góðar sakførarar við!«

Við ítróttarkvøðu.


Arnfinnur Thomassen