Til Føroya at svala av

Deborah Gellatly:

Tað eru ikki tey nógvu ferðafólkini, sum ferðast hendan vegin á hávetri, men tað eru tó tey sum flýggja úr heitum londum hinumegin jarðarknøttin til okkara heimspart.


Ein teirra er Deborah Gellatly, sum býr í Lismore i Australia, har hon hevur skrivstovustarv. Hon er av skotskari ætt og hevur áhuga fyri Evropa og Norðurlondum.


Hóast tað er hásummar í heimlandinum í løtuni, valdi hon at gera ein túr til Norðuratlantisku londini Norra, Ísland, Føroyar og Skotland.


Deborah sigur, at við millum 35 og 40 hilatstigum er tað í so heitt hjá sær um summarið, tí er tað gott at koma hendanvegin at svala av og síggja hvussu fólk hinumegin jarðarknøttin hava tað.


Hon hevur ferðast kring landið og er komin í prát við nógv fólk her. Mikudagin var hon í Sandoynni og vitjaði fleiri av smáu bygdunum har. Hon vitjaði m.a. skúlan í Dali og fekk eitt gott prát við læraran og børnini.


Deborah sigur, at hon hevur virkuliga nýtt at verið í Føroyum - bæði fólkini og náttúruna. Hon heldur at fólkini í Føroyum eru sera vinarlig og virka so avslappaði, eini tey sum búgva í høvuðsstaðnum.


Hon er sannførd um at Norðurlondini eru eitt upplagt ferðamál hjá australiarum, serliga fyri at sleppa úr ógvusliga hitanum eina løtu.


Deborah Gellatly vitjar í Føroyum eina viku og fer av landinum aftur leygardagin, tá hon fer til Skotlands.


mg