Til Føroya at siga takk

Frá 1972 til 1978 ferðaðist Lorraine Britten úr Suðurafrika saman við Winnie Mandela og øðrum kvinnum út á tiltiknu fangaoynna Robben Island, har maður hennara sat sum fangi. Í hesum tíðarskeiði fekk hon reglulig brøv frá táverandi forkvinnuni í Amnesty í Føroyum, Anette Wang, sála. -Vit gloyma ikki tey undurfullu og eggjandi brøv, hon sendi okkum, tá okkara lív var sera hart í Suðurafrika, sigur Lorraine Britten

Føroysku fjølmiðlarnir fingu týsmorgunin høvið at hitta eitt av mongu offrunum undir rasistisku apartheid skipanini í Suðurafrika, sum var í gildi frá 1948 til 1994 í Suðurafrika.Tað er suðurafrikanska kvinnan Lorraine Britten, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum í sambandi við, at Amnesty International Føroya Deild stuðlaði henni við brøvum frá 1972, tá maður hennara gjørdist samvitskufangi hjá Amnesty á somu oyggj sum Nelson Mandela, Robben Island.
Fyrrverandi forkvinnan í Amnesty í Føroyum, Anette Wang, sum setti seg í samband við Lorraine Britten, og umframt regluligt brævasamskifti frá 1972-1978, tá maður hennara sat fangi, helt vinalagið fram millum Anette og Lorraine, eisini eftir at maður hennara, Frank Anthony, andaðist. Tær hittust á fyrsta sinni í Onglandi, og Anette vitjaði síðani Lorraine í 1984 í heimi hennara í útjaðaranum í Cape Town, Brackenfell.
- Eg lovaði altíð Anettu, at eg skuldi koma at vitja hana, men tíverri lat hetta seg ikki gera, fyrrenn hon var farin, segði Lorraine á tíðindafundinum. Hon undirstrikaði tó, at hon nú hevur høvið at takka Amnesty í Føroyum fyri umsorganina gjøgnum hørðu árini í sjeytiárunum.

Stríddist fyri útbúgving
Maður Lorraine var virkin limur í "Unity Movement of South Africa", sum stríddist fyri betri útbúgvingarmøguleikum fyri suðurafrikansku íbúgvarnar. Umframt hetta stríddist felagsskapurin og Frank Anthony fyri rættvísari býti av landjørðini, og fyrst í sjeytiárunum varnaðist apartheid-stjórnin, at felagsskapurin var vorðin ein vandi, og tí fóru tiltøk í verk at basa virksemi felagsskapsins.
Í 1971 varð Frank Anthony saman við 13 øðrum limum handtikin av stjórnini, og í 1971 varð hann ákærdur fyri at hava framt yvirgang. Eftir eina rættarsak frá august í 1971 til mars 1972, sum var longsta politiska rættarsakin í Suðurafrika, varð hann dømdur og settur fastur á Robben Island saman við millum øðrum Nelson Mandela, táverandi andstøðuleiðara í ANC flokkinum.
Hetta var byrjanin til eina harða og torføra tíð fyri Lorraine, sum júst hevði átt eina dóttir. Hon slapp at síggja mann sín ein hálvan tíma einaferð um mánaðin, og ferðin út á Robben Island tók tilsamans fýra tímar.
Lorraine, tiltikna Winnie Mandela - sum eisini fór at vitja mann sín - og aðrar kvinnur vórðu á hesum ferðum koyrdar niður í lastina saman við fraktini umborð á skipunum.

Bræv úr Føroyum
Eftir at Frank Anthony var vorðin fangi á Robben Island, endaði navn hansara á einum lista fyri samvitskufangar hjá Amnesty International. Táverandi forkvinnan í Føroyum, Anette Wang, fór at skriva bræv til Lorraine Britten, og var hetta byrjanin til eitt lívlangt vinalag teirra millum.
- Eg hevði ongantíð hoyrt um Føroyar og fann mær sjóneykuna fram, tá eg fekk bræv úr hesum fjarskotna landi, og saman við fyrsta brævinum sendi Annette eisini ein kjóla til dóttrina, sigur Lorraine flennandi. Mitt í vónloysinum sigur Lorraine, at brævið gav henni eina kenslu av, at hon ikki var einsamøll, og at onkur stóð saman við henni í sorgini.
Tá Annette Wang fyri tveimum árum síðani andaðist, skrivaði Lorraine m.a.:"Vit vilja ongantíð gloyma tað arbeiði, hon gjørdi fyri Amnesty International. Vit gloyma ikki hennara undurfullu og eggjandi brøv, hon sendi okkum, tá okkara lív var sera hart her í Suðurafrika". So stóran týdning høvdu brøvini úr Føroyum fyri neyðstøddu offrini í Suðurafrika.

Leyslatin - og tó
Í 1978 rann upp dagurin, tá Frank Anthony varð leyslatin, men hetta merkti ikki, at hann fekk frælsi. Fleiri treytir vórðu settar familjuni, og hetta var sambært Lorraine torført at liva undir.
- Vit høvdu ikki loyvi at hava fleiri enn ein gest í húsi okkara samstundis, tí løgreglan óttaðist, at vit hildu fundir og løgdu ætlanir. Maður mín slapp ikki at ferðast, enntá ikki til Cape Town, sum tekur ein hálvan tíma við bili at vitja, og løgreglan skrivaði hvønn dag rapport um okkum, greiðir hon frá.
Lorraine Britten arbeiddi øll hesi árini sum sjúkrasystralærari, og tí høvdu tey neyðugu inntøkurnar at lívbjarga sær (eftir suðurafrikanskum mátistokki). Men hon sigur, at tey hava verið heppin samanborið við tær túsundtals familjur, sum ikki hava havt neyðugu umstøðurnar at berja seg ígjøgnum undirkúganina.
- Umframt arbeiði hevði eg vinir og familju, sum stuðlaðu mær, og tí havi eg havt ein framíhjárætt samanborið við aðrar suðurafrikanskar familjur, sigur Lorraine Britten at enda.
Ein fantastiskur endi á tíðindafuninum, har ein kvinna, sum hevur alla orsøk at vera beisk, miðskeiðis í sorg, sakni og grovum mismuni kastar ljós á tað, hon hóast alt hevur at takka fyri. Eitt sinnalag, vit ríku luksusdýr í vesturheiminum eiga at læra nakað av.
Óli Jakobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, hevur í nógv ár verið limur í Amnesty, og hann hevur samskipað ferðina hjá Lorraine til Føroya.