Til Føroya at selja Whale-watching

Tað kann tykjast sum at selja sand í Sahara, men millum útbjóðararnar á Vest Norden Travel Mart 2011 er íslendska Sérferðir ehf. – Special Tours, sum millum annað bjóðar fólki at eygleiða hval og lunda

Útferðir undir fuglabjørgini og havfisking eru als ikki ókend innan føroyska ferðavinnu, men tá tað kemur til at eygleiða hval, eru føroyingar ikki á heimavølli.
Men júst hetta er vælumtókt millum fólk, ið ikki síggja hvørki hav ella havdjór til gerandis.
Íslendska ferðavinnufritøkan, Sérferðir ehf. – Special Tours, hevur lagt seg eftir at flyta ferðafólk við spildurnýggjum báti at síggja lunda og serliga hval.
Sérferðir var við á Vest Norden Travel Mart á fyrsta sinni á Akureyri í fjør, og er við aftur, nú stevnan verður hildin í Føroyum.
- Vit bjóða serligar sjóferðir, og umframt at eygleiða lunda og hval, gera vit eisini ferðir til havfisking, sigur Inga Dís Richter, sølustjóri í fyritøkuni.
Hon viðgongur, at undirtøkan ikki hevði verið stór, tá Sosialurin tosaði við hana stutt eftir, at VNTM 2011 var byrjað.
- Men vit vilja altíð hava fleiri føroyingar til Íslands, og teir skulu eisini vera vælkomnir við okkum at eygleiða hval, sigur Inga Dís Richter.
Hon sigur, at umstøðurnar hjá felagnum eru vorðnar munandi betri, síðani tey fingu nýggjan bát í fjør.
- Tað var stuttligt áðrenn, men nógv stuttligari nú við so góðum umstøðum, sigur Inga Dís Richter.

Gomul í garði
Meðan hvalaeygleiðing ikki hevur so nógv ár á baki, hevur felagið siglt ferðafólk undir lundabjørgini í langa tíð.
- Tað munnu vera eini 15 ár síðani vit byrjaðu at sigla fólk til lundalandið, og tað er sera væl umtókt. Vit hava eisini eitt lundaland rættiliga nærhendis, har vit halda til í gamla Reykjavík, so tað eru lutfalsliga stuttir túrar, sigur Inga Dís Richter.
Siglt verður til tvær lítlar oyggjar uttan fyri Reykjavík, og túrurin tekur bert ein tíma og kostar 20 evrur. Men tað ber iki til at taka fleygastong við.
- Tað, tað gera vit ikki. Vit fleyga ikki lunda, og dáma heldur ikki, at tað verður gjørt, sigur Inga Dís Richter.
Men havfisking vindur upp á seg, og har ber til at royna seg við tráðuni.
- Áhugin fyri havfisking er alsamt vaksandi, og vit gera tveir túrar dagliga nú um summarið. Vit hava eina grill umborð, so fólk kunnu grilla tann fiskin, tey fáa, sigur Inga Dís Richter.

Øktur áhugi
Ferðavinnan í Íslandi er á veg fram, og Inga Dís Richter sigur, at vøksturin í ár í mun til undanfarna ár var so mikið sum 20%.
- Nú eru tað ikki øll ferðafólk, sum halda frí í Íslandi, vit uppliva eisini nógv amerikansk ferðafólk, sum nýta Ísland og Keflavík sum millumstøð tá tey ferðast víðari suður í Europa, sigur Inga Dís Richter.
Hon sigur, at fleiri nýta høvið at vitja Bláa Lónið, men at íslendska ferðavinnan fegin vildi, at hesi ferðafólkini steðgaðu longri.
- Tá vit tosa um ferðafólk, sum veruliga vitja Ísland, so koma tey flestu frá USA, Bretlandi og Týsklandi. Síðani hava vit eisini nakað av franskmonnum og norðurlendingum eisini, sigur Inga Dís Rihter.
Hon sigur, at flestu ferðafólkini koma til Íslands við flogfari, í hvussu er tey, sum vitja í høvuðsstaðarøkinum.
- Nú eru vit so við á Vest Norden Travl Mart fyri at royna at fáa nýggjar kundar, samstundis sum vit røkja sambandið við teir kundar, vit longu framman undan hava, sigur Inga Dís Richter, søluleiðari á Sérferðir.