Til etiska ØSSta Winthereig

   

Síggi í lesarabrævi hjá Øssuri Winthereig, at hann leggur meg undir at vera kelda í bókini, har hann saman við øðrum roynir at sverta løgmann. Tí hesa viðmerking.
Varð av Øssuri spurdur, um hann kundi tosa við meg um lagnudagin, tá eg legði frá mær sum landsstýrismaður. Játtaði og bleiv spurdur um hendingarnar. Var als ikki spurdur um fortíðina hjá løgmanni.
Hóast eg spurdi, hvat ætlanin var, var svarið bert, at hann kom at skriva grein til bløðini ella okkurt annað, kanska eina bók. Fekk einki at vita um, at ætlanin var at skriva eina bók, sum hevði til endamáls at sverta fyrst og fremst løgmann. Hann spurdi heldur ikki um nógvar av leysu pástandunum um undirritaða, sum journalistarnir borðreiða við í bókini.
Eftir stendur, at Høgni Hoydal alment boðaði frá, at Tjóðveldið einki hevði við bókina at gera. Men tá bókin kom út stóð svart upp á hvítt, at Høgni Hoydal og Torbjørn Jacobsen standa sum keldur í bók, hvørs endamál er at sverta fólkafloksmenn, meðan høvuðspersónurin, løgmaður, ikki varð spurdur um nakað.
Jounalistiskur etikkur, »eg meini tað«.

PS. Havi tosað við tvær aðrar keldur í bókini, sum journalistanir hava tosap við. Hvørgin hevði fingið ta fatan, at talan var um eina bók.