Í summar sleppa fýra føroyskir seyðahundar - og eigarar teirra - við til EM-kapping, sum verður hildin í Danmark.
Enn er ikki gjørt av, hvørjir teir fýra føroysku hundarnir verða, men lítið er at ivast í, at Absalon Hansen hevur góðan møguleika at fáa fleiri av sínum hundum við.
Næst seinasta vikuskifti vóru hundarnir hjá Absalon í øllum førum í serflokki, tá seyðahundakapping varð hildin í Mykinesi.
Kappingin var í bólki trý, sum er tann bólkurin, har bestu hundarnir í landinum kappast, og í alt tóku 16 hundar lut í kappingini.
Kappingin varð nakað øðrvísi skipað enn vant, tí hesaferð skuldu hundarnir reka seyðin 550 metrar í mun til teir 300 metrarnar, sum vanliga verða nýttir í slíkum kappingum. Og sum vera man, so gjørdi hetta ikki uppgávuna hjá hundunum lættari.
Úrslitið av kappingini varð, at Absalon átti tríggjar teir bestu hundarnar. Bestu var Jim. Mirk varð nummar tvey og Tanja varð nummar trý í kappingini.