Til Eir og Kringvarp Føroya

?Hetta er ein takkarkvøða til Eir í Ólavstovu og Kringvarp Føroya. ??

Eir, margfaldar tøkkir fyri tíðina sum tú var her á Sambýlinum á Eysturstræti. Tú hevur broytt mítt andlit til útlit. Og eg eri sera fegin um at tú seinasta summar kom og vitjaði og gjørdi eina so góða sending um meg og mín næsta. ? ?Tað vóru tvørstøður og minni tvørstøður, tað vil so vera. Men takk fyri at tú sum lýsti á meg og ikki bara meg men á støðu teirra, sum í somu støðu eru. Eg havi fingið so góð viðmæli sum einstaklingur, og við sendingini “Sterkur veikleiki,” hevur tú varpað eitt so stórt ljós á støðu teirra sinnisveiku. Hetta, sum í føroyinginum liggur sum bralandi sjóðan í undirvitskuni. Enn eina ferð, túsund takk fyri.? ?Mær tókti, at í tíðarvend eg stóð?Og leit út yvir tindar, bjarg og fjøll.?Ei nakrantíð, so tígnandi eg vóð?Í minnum, sum av grundum reistust øll.? ?Nú letur til, sum helmað skjótt skal í,?Og sinnið søkkur syvjað, ikki syrgt.?Mær vónin skal í brosum sýnast blíð,?Um enn eg ikki havi um tað yrkt.?