Eg vil heita á Eiðis bygdarráð um at fáa meira gjørt her suðuri í Svínáum, so vit sum borgarar í hesi bygd eru líkastillaði við onnur í Eiðis kommunu. Her hugsi eg serliga um ferðsluviðurskiftini sum eru út av lagi vánalig. Dagliga eru tað nógvir bilar, sum við alt ov nógvari ferð koyra ígjøgnum Svínáir, og havi eg sjálvur næstan um at verið yvirkoyrdur av skilaleysari koyring. Við vegforðingum (bumpum) og skeltum, sum vísa mest loyvdu hámarksferðina, hevði verið tað einasta, sum hevði hjálpt um hetta. Oman til keiøkið er einki gøtuljós og eftir bygdavegnum eru bert 6 gøtuljós og er tað bæði ótrygt og vandamikið at ganga úti um kvøldið, tí vegurin er illa upplýstur. Her í Svínáum hevur rætt og slætt onki verið gjørt í nógv ár og er hetta ikki meira enn eitt rímuligt krav fyri, at fólið her kann støðast og bygdin mennast.
Hetta er bert ein spurningur um at verða líkastillað við onnur í somu kommunu.