Til Effo við Rock Legends

Á einum festivali upplivir man eitt sindur av hvørjum. Rannvá og Roger fingu tað gleði at fylgjast við Joe Lynn Turner yvir í Effo – uttan at vita av tí.

Dagliga búgva Rannvá Poulsen og Roger Thiele í Køln í Týsklandi. Rannvá er av Argjum, so tey eru á hvørjum ári og ferðast í Føroyum.

 

- Hesa ferð eru vit 12 dagar heima, sigur Rannvá.

 

Rannvá og Roger eru á Summarfestival vegna arbeiði.

 

- Vit fingu bjóðað arbeiði at selja drykkivørur og lambskjøt á festivalinum fyri eitt armband. Faktist skulu vit arbeiða alt kvøld, so vit fáa nokk ikki tað nógva við av tónleikinum, sigur Roger.

 

- Vónandi fara vit at hoyra Kim Larsen niðan til sølustaðið, tí vit arbeiða nær við, sigur Rannvá.

 

Fyri tey bæði hava serliga Mika og Rock Legends verið góð.

 

- Mika dugdi ótrúliga væl. Ikki bara at syngja, men eisini at samskifta við áhoyrarafjøldina, sigur Rannvá.

 

- Rock Legends vóru eisini góðir. Einasta minusið var, at forsangarin í Chicago bara spældi ókendar sangir, sigur Roger.

 

Rannvá og Roger upplivdu eina stuttliga hending gjárkvøldið áðrenn konsertina við Rock Legends.

 

- Vit spákaðu okkum ein túr yvir í Effo, og tá komu vit at ganga beint aftan fyri ein mann við 70ara frisuru og svørtum leðurjakka. Vit hildu hann vera so mega kiksaðan, at hann skuldi royna at líkjast eini rokkstjørnu. Seinni um kvøldið funnu vit so útav, at talan faktist var um eina rokkstjørnu, tí tað vísti seg at vera Joe Lynn Turner, sigur Rannvá flennandi.

 

- Í staðin fyri at flent skuldu vit heldur havt tikið eina mynd, sigur Roger við einum smíli.