Til botns við 2862 bilum

Norska skipið "Tricolor" sakk eftir samanstoyt í Ermasundi. Skipið var fermst við bilum frá BMW, Volvo og Saab.

Tað 50.000 tons stóra farmaskipið sakk góðar 15 fjórðingar úr Dunkerque leygarnáttina eftir samanstoyt við eitt bingjuskip. 22 mans vóru við norska skipinum, og teir vórðu allir bjargaðir. Bara skiparin var norðmaður. Hinir 21 vóru av Filipsoyggjunum.

Tað 190 metrar langa "Tricolor" liggur á 27 metra dýpi, og á fjøru koma umleið fimm metrar av skipinum undan. Skipið var á veg úr Zeebrúgge í Belgia til Southampton í Bretlandi við 2862 bilum av merkjunum Volvo, Saab og BMW umframt nakað av traktorum og ymsari kranaútgerð. Nakað av lastini skuldi upp í Southampton, men meginpartirin skuldi til USA.

Reiðaríið Wilhelmsen, sum eigur skipið, sigur, at lasin var tryggjað fyri millum 290 og 360 milliónir krónur, og at skipið sjálvt er tryggjað fyri smáar 300 milliónir krónur.