Margarinfabrikkin heitir á tónleikabólkar og einstaklingar um at melda seg til spennandi tónleikakappingina ?FM08? Margarinfabrikkin boðar frá, at tónleikakappingin ?FM08? verður í ?Reinsarínum? í Tórsgøtu, leygarkvøldini 22. og 29. november. Finalan verður leygarkvøldið 6. desember. Hava fólk ein bólk, sum t.d. venur í einari garasju, ella er onkur einstaklingur, sum situr einsamallur á kamarinum og ger sangir. So er høvið hjá bæði tónleikabólkum og einstaklingum at melda seg til tónleikakappingina ?FM08?. Vinningurin er: 5 dagar í Studio ?Oyravox? í Nólsoy við einum kønum tøkningi. Ein dómsnevnd fer at velja tríggjar bólkar, sum koma víðari frá innleiðandi kappingunum 22. og 29. november. 6 bólkar fara sostatt at framføra til finaluna hin 6. desember. Trý tónlistarfólk fara at manna dómsnevndina. Tey eru: Terji Rasmussen, Lena Anderssen og Niels A. Galan. Tónleikabólkarnir og einstaklingarnir kunnu melda seg til ?FM08? við at senda ein teldupost til fm08@fabrikkin.fo ella á www.myspace.com/fm08tonleikakapping. Í teldupostinum skulu tey, sum ynska at taka lut í kappingini skriva navnið á einstaklinginum, ella navnið á bólkinum. Tá talan er um tilmelding av bólkum, so má eisini skrivast hvør spælir við í tónleikabólkinum. Seinasta freist at melda seg til ?FM08? er 15. november. Til ber at lesa meir um kappingina á www.margarinfabrikkin.fo