Teir munnu verða nógvir í tali. Føroyingarnir, sum eru áhugaðir í Formel 1. Teir, sum fara upp á miðjari nátt at hyggja eftir 22 bilum, sum súsa avstað í ring í eini tveir tímar.
Og teimum sum dámar tað halda tað er spennandi, meðan teimum, sum ikki dámar tað, halda tað er eitt av tí mest óáhugaverda, sum er til.
Nakrir av Formel 1 áhugaðu føroyingunum hava nú tikið seg saman, og vikuskiftisætlanin hjá teimum er pakkað við bilum, kappkoyring og hestakreftum.
Spa-breytin
Hetta umfarið í Formel 1 verður í Brússel í Belgia, og verður tað Spa-breytin, sum verður karmur um larm og gang av motorum og hvínandi dekkum.
Ragnar Joensen úr Kollafirði er ein av teimum, sum fór niður til Belgia í gjár. Hetta er onnur ferðin hann er og hyggur eftir Formel 1. Fyrru ferðina var hann niðri í Monza í Italia.
? Eg havi verið áhugaður í Formel 1 í eini 6-7 ár, og tað er tí eg fari við, sigur Ragnar Joensen, sum saman við vinmanninum Vagni hava verið við til at skipa fyri ferðini, sum Flogfelagið annars er fyriskipari av.
Ragnar og Vagnur hava í Kollafirði ein bilverkstað, so áhugin fyri bilum er ikki stokkin burturúr heilt ongum.
? Nú eri eg sjálvur bilmekanikari, og tað hevur altíð verið mín dreymur. Eg fór í læru tá eg varð liðugur í 10. flokki, og í 1987 varð eg útlærdur. Eina tíð arbeiddi eg sum sølumaður, men nú hava Vagnur og eg so eitt bilverkstað í Kollafirði, greiðir Ragnar á.
? Áhugin fyri bilum og motorum hevur altíð verið stórur, og fyri at siga tað heilt erligt, sum hevur áhugin fyri ferð eisini altíð verið til staðar.
Schumacher
Kappkoyringin verður sunnudagin, og er tað tá Schumacher, sum stendur hjartanum næst hjá Ragnari.
? Eg haldi altso við Schumacher. Tað havi eg altíð gjørt. Hann er ein ótrúliga góður førari. Kanska eitt sindur arrogantur, men hann dugir heilt ótruliga væl at koyra. Hinir duga eisini væl, men als ikki eins væl, sigur Formel 1 fjepparin í Kollafirði.
? Fólk siga, at hyggja eftir fótbólti er ein heilt serlig atmosfera, men hetta er nakað heilt annað. Stemningurin er heilt ótrúliga góður, og sjálvt um tað er 22 ymsir partar at halda við, so sært tú ongantíð nakran bardaga ella at nakar fer til hendurs.
Ragnar greiðir frá, at hann hevði ikki kunnað funnið uppá at tikið sonin við til ein fótbóltsdyst niðri í Onglandi, men at taka hann við til Formel 1, er ikki nakað hann er bangin fyri.
Rúni, sum sonurin eitur, er 12 ára gamal, og er bil-genið hevur hann fingið frá pápanum, tí eisini hann er ógvuliga áhugaður í Formel 1.
? Men hann, denn kúllur, heldur við Montoya, tekur Ragnar til og flennir.
Sjálv kappkoyringin er um tveir tímar til longdar. Ein kappkoyring verður ongantíð longri enn tveir tímar og tjúgu minuttir, tí tað hevur nakað við troyttheitina hjá førarunum at gera. Um koyringin ikki er liðug tá tveir tímar og tjúgu minuttir eru farnir, so steðgar hon.
Umframt sjálva kappingina sunnudagin, sleppa føroyingarnir eisini við til kvalifikatiónsumfarið, sum er leygardagin. Tá verður avgjørt hvør førari skal byrja fyrst. Leygardagin verður eisini eitt, sum eitur Formel 3000, og tá verða eisini onkrir danir við í kappkoyringini.
Larmur
Henda kappkoyringin niðri í Brússels er 44 umfør. Hvør kapping liggur um 306 kilometrar. Men tá eini 50.000 hestakreftir seta spitaran í botn í senn og fara súsandi framvið, verður ikki sørt av larmi. Men hetta er ávirkar ikki Ragnar.
? Larmurin er ein partur av tí heila. Tað, sum er mest stuttligt er, tá bilarnir súsa framvið, og tú merkir í kroppinum, hvussu tú ristist. Og so lukturin aftaná. Av bensin og dekkum. Hetta er nakað heilt serligt, greiðir bilmekanikarin frá.
Ragnar er ein av teimum heilt stóru Formel 1 tilhangarunum. Ein av teimum, sum fer upp á miðjari nátt at hyggja.
? Formel 1 er tað, sum eg prioriteri fyrst. Um eg skal út onkrastaðni ella gera okkurt, so leggi eg tað til rættis soleiðis, at eg sleppi at síggja Formel 1. Formel 1 er tað, sum eg prioriteri fremst, sigur Ragnar Joensen at enda.