So til Kirkjubøar kommunu. Hví í verðini skulu tit ikki klára tykkum, hvat hendir har, er tað ikki soleiðis, at ein stórur partur arbeiðir í Havn. Alt gott um tað, men tá skuldi verið nemt at klára seg, tá ið man kann fara til grannarnar at arbeiða fyri breyðið og sleppur frá øllum íløgum. Eg haldi ikki, tú skuldi verið so illur, um havnarmenn hava fingið Tórsvøl. Teir munnu hava verið tykkum góðir. Tá ið tað stendur so væl til í kommununi, so skuldi væl ikki verið nakar vandi í at drivið henda barnagarðin, men eg ivist kortini í, um tað man standa so væl til, tí sum tú sigur sjálvur, so hava tit ikki pengar til at geva borgarunum reint vatn, so onkustaðni manglar í.
Annars kundi verið áhugavert at vita, hvør framleiðir meira, ein væl rikin kommuna sum Kirkjubøar kommuna, ella skuldarreyvakommunurnar sum Sands kommuna.
Sólvit Simonsen
N.B. Teir gomlu mundu vitað, hvat teir søgdu, tá ið teir tóku til:
Tað er nemt at rista breiðar reimar av annans mans húðum.