Í morgun fóru fýra av okkara bestu fimleikarum til Danmarkar at luttaka á Northern European Championships (NEC) í amboðsfimleiki.
Tey fýra eru Ari Sakarisson, Bogi Berg, Katrin Wardum og Vár B. Árting.
Venjari hjá dreingjunum er Valery Savins, meðan Alida Savina er venjari hjá gentunum.
Fimleikarar, sum luttaka á hesu kapping, eru millum heimsins bestu, og tí verður tað sera spennadi at vita hvussu føroysku fimleikaranir fara at klára seg, skrivar Fimleikasambandið í tíðindaskrivi. Kappast verður leygardagin og sunnudagin.
Umframt fimleikararnar hava føroyingar eisini fýra dómarar við. Tey eru Anna Margit Thomsen, Elinborg T. Durhuus, Pól Esper H. Hansen og Heini í Dali. Harald Joensen er við vegna Fimleikasambandið.