Til allar føroysku politikararnar!!!

Teir eru framúr óforskammaðir og frekir í teirra lønar- og pensjónkrøvum

 

Palli Olsen, Skálavík

??????????????????


Tað fellur mær fyri bróstið at hoyra, hvussu okkara myndugleikar válka sær í lønar- og pensjónskrøvum.

Tað hava verið tvey mál fyri nú hesar seinastu 8-10 mánaðirnar, Brimil óloyst og so Teistin og her hava menn roynt at fingið nakað av løn fyri at yvirliva og koma nøkulunda á sama støði sum í londunum rundan um okkum, men tað hevur verið nei og aftur nei frá politikarunum.

So sita hesir somu lortungarnir og játta sær sjálvum skýhøgar lønir og pensjónir, og so oman á tað heila, so skulu teir eisini geva sær og øðrum, sum langt síðan eru farnir frá (settir frá), bæði av tí at teir eru kasseraðir og av ólógligheitum og óbrúkiligum grundum. Nei, teir kendu treytirnar, tá ið teir tóku við teirra størvum í sínari tíð og teir hava so slettis ikki uppiborið nakað bonus frá okkum, tað skuldi heldur verið vit, sum stríðast, sum skuldu fingið bonus fyri okkara arbeiði.

Tit mugu ansa eftir hvat tað er ið tit gera, tit kunnu ikki blása við fullum munni av mjøli, brúkið for sørin høvdið og ikki undirvurdera okkum meinigu borgarar, tí vit vita eisini hóast alt eitt lítið sindur um lønir, verið greiðir yvir tað.