Til Afrika við fullari skjáttu

Í dag fór kinesiski forsetin, Hu Jintao, undir eina rundferð í Afrika, og hann er ikki ørindaleysur.

Fyri tveimum mánaðum síðani vóru fleiri afrikanskir leiðarar á fundi í Beijing eftir innbjóðing frá kinesisku stjórnini. Tá játtaði kinesiska stjórnin at lata afrikonsku londunum slakar 30 mia. krónur í láni og kredittum og at tvífalda búskaparligu hjálpina til lond í Afrika.

Vitjanin hjá Hu Jintao í Afrika, sum byrjaði í dag, er annað stig hjá Kina at fáa fótin fastan í Afrika, skrivar DPA. Talsmaðurin hjá kinesisku stjórnini, Liu Jianchao, sigur við tíðindastovuna, at ferðin er eitt sera týðandi diplomatiskt stig, og at forsetin hevur fleiri tilboð við sær í skjáttuni.

Á Afrika-ferðini skal Hu Jintao millum annað vitja Sudan. Kina hevur sýtt fyri at taka undir við, at ST sendir hermenn til landspartin Darfur uttan so, at sudanska stjórnin tekur undir við tí.