Til 1. mai

Sverri Láadal, pensjoneraður sjómaður
Magnus Juel Petersen, lagurmaður

Vit eru komnir her, tí at tað er neyðugt, at vit skipa okkum í fakfelag og verða hoyrd. Hóast vit hava vunnið okkum góð rættindi, so er tað eisini týdningarmikið, at halda tey viðlíka.
Teir eru báðir samdir um, at stættarstríðið ikki er av enn. Hóast lønin hjá verkamanninum í Føroyum er ein tann hægsta í heiminum, so er keypiorkan vánalig. Prísirnir er hækkaðir ótrúliga nógv. Síðani prísráðið varð avtikið og kappingarráðið varð stovnað í staðin, hevur bara gingið skeiva vegin, siga teir.
Nú er tað soleiðis, at bæði maður og kona mugu arbeiða fyri fáa nóg mikið av pengum. Konan skuldi heldur verið heimagangandi. So høvdu vit spart eina rúgvu av útreiðslum til barnagarðar og aðrar institutiónir, sigur Sverri Láadal.
Kanska allir trupulleikar verða loystir, um løgmaður fer ein túr afturat til India, sigur Sverri heldur speiskliga.