Teir fýra fronsku trolararnir, Bressay Bank, André Leduz, Cap Saint Georges og Haltenbank II, ið Tjaldrið sunnumorgunin tók fyri ólógliga fiskiskap á stongdari leið, eru nú á veg av landinum aftur eftir, at teir hava ligið á Kollafirði síðan sunnudagin.
Kringvarpið skrivar á síni heimasíðu, at trolararnir loystu frá landi beint eftir midnátt. Meðan André Leduz og Cap Saint Georges eru á veg aftur til fiskiskap, so hava Bressay Bank og Haltenbank II sett kós móti ávikavist Hanstholm og Peterhead.
Við in.fo upplýsti ákæruvaldið, at tey hava álagt teimum fýra skiparunum umborð eina bót á tilsamans eina kvarta millión krónur, umframt at hald varð lagt á veiðuna og reiðskapin.
Kringvarpið upplýsir, at reiðaríið hevur sett trygd fyri pengunum, 1,3 milliónir krónur, og er tað orsøkin til, at skipini er sloppin útaftur. Málið verður tó væntandi roynt í Føroya rætti.