Í gjárkvøldið var ein hundapatrulja hjá løgregluni úti og kannaði støð í Suðurstreymoy. Uttan fyri ein stovn í Hoyvík kom patruljan fram á tveir 19 og 20 ára gamlar mans, sum báðir vóru rættiliga ávirkaðir av rúsevnum.
- Tá ið vit so kannaðu menninar, vísti tað seg, at teir høvdu eina minni nøgd av bæði hash og hørðum rúsevnum uppi á sær. Teir blivu handtiknir og hald bleiv lagt á rúsevnini, men menninir eru so latnir leysir aftur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.