Í morgun tóku tollararnir í Vágum tveir útlendingar, sum búgva í Føroyum. Teir vóru á veg av landinum við flogfarið, tá ið tollararnir steðgaðu teimu. Taks sigur, at tá ið teir vórðu kannaðir, funnu tollararnir fult av pengum uppi á teimum. Talan var um evrur, sum svara til einar 800.000 krónur.
Tollararnir hava lagt hald á pengarnar. Taks sigur, at illgruni er um, at talan er um pengar, teir hava útvegað sær við at selja narkotika og við peningatvátti, og málið er nú latið løgregluni.