Tiknir í sambandi við álopið í Benghazi

Í Libya hava myndugleikarnir tikið nakrar menn í sambandi við álopið á amerikanska konsulátið í býnum Benghazi fyrrakvøldið, tá amerikanski sendiharrin og tríggir aðrir amerikanarar lótu lív. Tað sigur Wanis al-Sharif, varainnanríkisráðharri, við fronsku tíðindastovuna AFP.

Hann vil ikki siga, hvussu nógvir menn eru tiknir, ella hvørjir teir eru, tí tað kann órógva kanningararbeiðið, sigur hann.

Amerikanararnir eru sjálvir farnir undir at kanna, um yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda var uppi í álopinum, og um álopið hevði samband við ein umstríddan film, sum hevur fingið øði í muslimar, tí innihaldið er niðrandi fyri Muhammed profet.