Tiknir inn til avhoyringar

Sambært vakthavandi hjá løgregluni, so hevur náttin stórt sæð verðið friðarlig.

 

Løgreglan fekk boð um seks ungar menn, ið høvdu illgrunasaman atburð uppi í Blómubrekku.

 

Løgreglan kom á staðið og avgjørdi at taka teir inn til avhoyringar, tí vórðu eisini undir illgruna í samband við eitt innbrot. Barnaverndi bleiv eisini fráboða tí allir teir avhoyrdu vórðu undir 18 ár.

 

Tað bleiv tó ikki staðfest um teir høvdu havt nakað við innbrotið at gera.