Tiknir fyri kynsligan ágang: Leyslatnir aftur

Nakrir mans, sum vórðu handtiknir fyri kynsligan ágang ímóti eini ungari kvinnu í gjár, eru nú leyslatnir aftur.

Tað upplýsir løgreglan í dag.

 

Men teir eru framvegis skuldsettir fyri siðamisbrot ímóti kvinnuni, leggur løgreglan afturat.


Tað var seinnapartin í gjár, at Løgreglan var í Gøtu í samband við eina fráboðan um siðamisbrot.

 

Løgreglan er sparin við upplýsingum fyri ikki at órógva  kanningarnar.

 

Men talan var um eina unga kvinnu, sum, sambært eini fráboðan til løgregluna, hevði verið fyri kynsligan ágang.

 

Tað var á einum kampingplássi, sum varð brúkt í sambandi við G! Festivalin, at siðamisbrotið skuldi vera fram í einum kampingvogni.

 

Í tí sambandi var løgreglan í Gøtu og handtók nakrar mans, sum tey málbera seg.

 

Menninir vórðu tiknir til avhoyringar, men teir eru síðani leyslatnir aftur.

 

Men løgreglan sigur, at hóast teir eru leyslatnir, eru teir framvegis skuldsettir í málinum og málið verður  framvgis kannað.

 

Løgreglan vil ikki siga nakað um, hvørja støðu, menninir hava til skuldsetingina.

 

Úrslitið av kanningunum verður so avgerðandi fyri, hvat síðani hendir í málinum.

 

Myndin er av kampingvogninum, siðamisbrotið skuldi vera farið fram í, og sum løgreglan hevur tryggjað sær, ongin fer inn í.