Seinnapartin í gjár vórðu tveir mans uppdagaðir fyri at hava stolið úr einum handli í Havn
Løgreglan varð boðsend og tók menninar og sostatt vórðu teir skuldsettur fyri brot á revsilógina og tað fáa teir bót fyri.
Løgreglan sigur, at talan var um tveir tilkomnar mans og teir løgdu vøruna aftur. Ikki tí, at tað, teir høvdu stolið, var smáttarí, talan var um eitt net av appilsinum, og eitt súrepli. Men hóast talan er um máttarí, eru hetta ikki mál, sum løgreglan sær ímillum fingrarnar við, og tí vórðu teir skuldsettir.
Hóast talan var um smáttarí, kann hetta fáa ávirkan á teir í framtíðini. Av tí, at talan er um eina revsing við bót, fer hetta at standa í revsiváttanini í tvey fram. So koma teir í eina støðu, har teir skulu hava vísa eina reina revsiváttan hesi bæði næstu árini, kunnu teir ikki tað.