Í gjárkvøldið tók løgreglan tríggjar man, sum vóru farnir á bátastevnuni í Vestmanna við einum seksmannafari.
Bátarnir høvdu loysingarbann, og høvdu sostatt ikki fingið loyvi at loysa. Men hesir tríggir menninir aktaðu ikki bannið, men loystu kortini og stevndu út á Vestmannasund við kós ímóti Sandoynni.
Bjargingarbáturin Ziska, sum varð hjástaddur, boðaði løgregluni frá og løgreglan fór eftir teimum við Brimli.
Tá ið Brimil var komin í Vestmannasund, vildu menninir í seksmannafarinum ikki akta boðini frá løgregluni um at steðga. Tískil varð ein skjóttgangandi gummibátur settur út av Brimli og hann fór so efti seksmannafarinum. Teir sigldu hann upp og løgreglufólk lupu so yvir í seksmannafarið og fingu steðga tí.
Blóðroynd er tikin av øllum trimum monnunum við seksmannafarinum, og teir eru nú skuldsettur fyri at sigla við kenning, sigur løgreglan.