Í gjár tók løgreglan tveir bilførarar fyri at koyra við kenning. Teir vórðu báðir steðgaðir í vanliga ferðslueftirlitinum hjá løgregluni. Tá ið teir blástu í alkometrið hjá løgregluni, sló tað meiri út enn tað skuldi og tískil er blóðroynd tikin av báðum bilførarunum, og nú verður bíðað eftir úrslitinum av tí.
Annar bilførarin varð tikin í Havn og hin í Suðuroy. Í Suðuroy steðgaði løgreglan eisini einum prutli í gjár. Tá ið tað varð kannað hvussu skjótt tað koyrdi, vísti tað seg at tað koyrdi nógv skjótari enn tað hevði loyvi til at koyra. Talan var um eitt lítið prutl, sum hevur loyvi at koyra 30 kilometrar um tíman, men hetta prutlið koyrdi 52.
Førarin hevði eisini bara koyrikort til lítið prutl. Førarin fær nú eina bót. Triðju ferð eitt prutl, sum kann koyra skjótari enn loyvt er, verður tikið, leggur løgregan hald á tað og beinir tað burtur.
Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt í gjár og í nátt.











