Tað hevur ikki verið nógv fólk í býnum í nátt, og sum heild hevur tað verið stak friðarligt. Tað sigur løgreglan í morgun, nú tey líta aftur á náttina.
Men í nátt kom løgreglan kom løgreglan kortini fram á tveir ungar mans, sum sótu í einum parkeraðum bili. Tá ið løgreglan rannsakaði menningar, og bilin, funnu tey smærri nøgdir av hassji uppi á teimum, og teir eru nú skuldsettir fyri at hava brotið lógina um rúsevni.