Tveir menn úr ávikavist Afghanistan og Nigeria vórðu tiknir av døgum í saudiarabiska høvuðsstaðnum Riyadh í gjár. Teir báðir vórðu dømdir til deyða, tí teir høvdu smuglað rúsevni til Saudiarabia. Har verður rúsaevnasmugling mett sum eitt sera grovt lógarbrot. Tann vanliga revsingin er deyðadómur, og teir seku verða avrættaðir við svørði, meðan almenningurin fær høvi at fylgja við. Við teimum báðum monnunum eru nú átjan deyðadømd fólk tikin av døgum í Sauduarabia í ár.