Ovastevna hevur verið um vikuskiftið, og sum vant hevur tað merkt, at nógv fremmandafólk hava leita sær út til Nólsoyar. Millum teir sjáldsomu gestirnar á oynni, vóru eisini umboð fyri løgregluna, ið hildu eyga við, at alt gekk rætt fyri seg.
Sum heild var talan um eina friðarligu stevnu, men um ellivu tíðina í gjárkvøldið steðgaði løgreglan tveimum fólkum, ið vóru stødd í barnagarðinum í bygdini.
Á sær høvdu tey bæði fólkini 0,8 gramm av hashi, 0,5 gramm av pot og 0,7 gramm av hashblandi, ið tey bæði játtaðu, at tey áttu í felag.
Mongdin av rúsevnum var tó so mikið lítil, at tað varð mett, at vera til egið brúk, og fingu tey bæði sostatt einans eina bót fyri at hava rúsevnir á sær.