Leygardagin um nón fekk løgreglan í Runavík eina fráboðan av Eiði, um at ein maður var farin í bilin við kenning.
Løgreglan fór á staðið og steðgaði manninum. Hann varð tikin, og blóðroynd er tikin av honum fyri at staðfesta, hvussu nógv alkohol er í blóðinum.
Maðurin verður skuldsettur fyri at koyra við kenning, og kann vænta sær eina treytaleysa frádøming av koyrikortinum.