Ein svii varð tikin, tá hann royndi at smugla 90 kilo av einum geiðslavirknum evni úr Russlandi til Finnlands.
Finska løgreglan sigur við svenska blaðið Expressen, at maðurin varð tikin russisku megin markið, og at russisku myndugleikarnir nú kanna málið. Enn er ikki greitt, hvagar sviin ætlaði sær við tí geiðslavirkna evninum, og tað er heldur ikki greitt, hvat evni talan er um.
Svenska tollverkið sigur, at málið verður mett at vera sera álvarssamt, og sambært ovastanum í svensku kriminalløgregluni, Lars Nylén, er tað sera sjáldan, at nakar svii er uppi í smuglararoyndum av hesum slagnum.