Tikin við fonginum

Freistingin var helst ov stór hjá nøkrum russum, tá teir í farnu viku vitjaðu í tveimum handlum í Havn.

Í øðrum førum vitjaðu teir í einum ítróttarhandli. Nakað seinni var ein teirra sæddur ganga í nýggjum ítróttarklæðum, sum viðkomandi altso ikki hevði goldið fyri.

Hann hevði trupult við at greiða frá, hvaðani klæðini vóru komin. Hann er nú varðhaldsfongslaður og verður helst vístur av landinum.

Spurningurin er, um hann verður útvístur í eina tíð ella med alla.