Tikin á stórum prutli við lítlum koyrikorti

Tað varð ein dýr søga hjá einum blaðungum dreingi

Í gjárkvøldið og í nátt hevur løgreglan kannað ferðsluna fleiri staðni kring landið, men tað gekk rættiliga væl. Í Suðuroy fekk onkur bilførari átalu fyri onkur smávegis brek, men annars varð eingin tikin fyri at koyra ov skjótt. Tó varð ein bilførari tikin í Norðoyatunlinum fyri at koyra við kenning, og einir fimm bilførarar fingu bót fyri ymisk lógarbrot.

 

Men í Havn varð ein ungur drongur tikin á prutli tíðliga í morgun, og tað verður honum ein dýr søga.

 

Herfyri varð lógin broytt, soleiðis at prutl eru býtt upp í tvær støddin. Lítil prutl kunnu koyra 30 kilometrar um tíman og aldursmarkið fyri at fáa koyrikoyrt til lítil prutl er 15 ár. Men so er eisini talan um stór prutl, sum kunnu koyra 45 kilometrar um tíman og tað skulu unfólk vera 16 ár fyri at fáa koyrikoyrt til.

 

Drongurin, sum varð tikin í Havn tíðliga í morgun, var 15 ára gaman drong, og hann hevði koyrikoyrt til lítil prutl. Men prutlið, hann koyrdi á, var eitt stórt prutl, og tað hevur hann sostatt ikki loyvi til við tí lítla koyrikortinum.

 

Og tað fær hann heilar 2.500 krónur í bót fyri. Men hann slapp ikki so, tí hann hevði eitt fólk sitandi aftan fyri á prutlinum, og tað hevur hann heldur ikki loyvi til, so tað fær hann eisini nakrar hundrað krónur í bót fyri

 

Løgreglan sigur, at annars, at sum heild hevur hetta verið eitt stak friðarligt vikuskiftið. Tey hava havt nógv at gera, men yvirhøvur hevur talan verið um smáttarí. Í fleiri førum hava tey hjálpt fólki, sum vóru dottin, helst í nátt, har tað var eitt sindur halt summastaðni.

 

Løgreglan hevur eisini kannað skeinkistøð ymsastaðni í nátt, men heldur ikki har var nakað at finnast at.