Í morgun hevur løgreglan tikið ein ungan bilførara fyri at koyra bil við kenning. Talan er um ein 18 ára gamlan bilførara, og nú hevur hann verið so ofta í hóslag við løgregluna, at nú er ætlanin at taka bilin frá honum.
Hann er tikin óteljandi ferðir fyri at koyra fullur og sostatt hevur hann heldur einki koyrikort, sigur løgreglan. Hann hevur eisini verið uppi í ferðsluóhappum í sambandi við rúsdrekkakoyring.
Og nú heldur løgreglan, at tað er vorðið so umfatandi, at tey hava lagt hald á bilin hjá unga bilføraranum, tí nú er ovboðið.
Sostatt hevur løgreglan tikið bilin í varðveitslu ímeðan ein løgfrøðilig meting verður gjørd av støðuni og tá ið hon er komin, verður støða tikin til, hvussu farast skal víðari fram.
|