Tikin norðan fyri Føroya Banka

Skotskur trolari tikin fyri ólóglian fiskiskap, men hevur góðtikið at fáa bót Ein bót upp á 50.000 krónur.

Tað var prísurin, sum skiparin á skotska trolaranum ?Endeavour IV? mátti betala fyri at sleppa aftur til fiskiskap beinanvegin, eftir at hann varð tikin fyri ólógligan fiskiskap norðan fyri Føroya Banka.

Tað var danska verjuskipið, Knud Rasmussen, sum í gjáramorgunin fór umborð á skotska trolaran at kanna veiði og reiðskap.

Og tá varnaðust eftirlitið, at vektin, sum skotski trolarin hevði uppgivið at hava fiskað, var ikki í samsvari við veruleikan.

Skiparin hevði nevniliga uppgivið vektina í kruvdari og sløgdari vekt, men eftir lógini skal vektin uppgevast í rundari vekt.

Tað endaði við, at skiparin fekk eitt sektaruppskot upp á 50.000 krónur frá Føroya Landfúta. Og tá ið hann hevði góðtikið sektina og veitt trygd fyri pengunum, slapp hann aftur til fiskiskap, sigur Færøernes Kommando í tíðindaskrivi.