Tikin í London fyri yvirgangsætlanir

Løgreglan í London hevur tikið seks fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um yvirgang. Talsmaðurin hjá løgregluni sigur, at talan er um fimm menn í aldrinum 21 til 26 ár og eina 30 ára gamla kvinnu.

Tvey vórðu tikin í einari íbúð í einum forstaði har vesturi í London, og hini trý vórðu tikin ymsastaðni í eystara parti av býnum. Tey eru tikin sambært bretsku yvirgangslógini, sum kom í gildi í 2000.

-Vit hava illgruna um, at tey tiknu fyrireikaðu ella ætlaðu at taka stig til yvirgangsatsóknir, sigur løgreglan í einari fráboðan, men sambært talsmanninum hava handtøkurnar ikki samband við teir olympisku leikirnar í London, sum byrja tann 27. juli.