Tikin í bili við góðari kenning

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt

 

Í nátt hevur løgreglan tikið tveir bilførarar við kenning.

 

Annar varð tikin í Norðoyggjum, har hann hevði koyrt útav og var endaður í skráanum undir vegnum.

 

Løgreglan kom á staðið, og tey siga, at tað vóru tvey fólk vóru í bilinum, og og tað var so snøgt, at tey høvdu bæði kenning. Tey fingu ongan skaða í óhappinum.

 

Í gjárkvøldið tók løgreglan eisini ein bilførara, sum var á veg heim úr einum gildi. Hóast hann var rættiliga fullur, gjørdi hann at koyra sjálvur, men løgreglan tók hann á hjólunum, áðrenn kann vann upp hús, so hann er skuldsettur fyri at koyra fullur.

 

Annars hevur løgreglan gjørt nógv burturúr at vera til gongu í miðbýnum í Havn í nátt, men tað hevur verið friðarligt, siga tey av løgreglustøðini

 

Tó varð ein maður tikin upp, sum var soleiðis skikkaður, at hann mátti førast til Klaksvíkar í varðhaldið har at sova rúsin av sær.