Tikin fyri rúsdrekkakoyring á alljósum degi

Tað má sigast at vera djarvt - ella býttisligt - at koyra ávirkaður í miðbýnum í Havn á alljósum degi.

Um 14.30-tíðina í gjár tók løgreglan ein bilførara í miðbýnum í Havn, sum tey hildu var ávirkaður av rúsdrekka.

 

- Tá bilførarin varð steðgaður og blásti, vísti útslagið meira enn tað loyvda, visti vaktleiðarin á løgreglustøðini at siga í morgun.

 

Umframt kanningina hjá løgregluni á staðnum, tá bilførarin varð steðgaður, er eisini tikin blóðroynd.

 

- Nú verður bíðað eftir úrslitinum av blóðroyndini fyri at vita, hvat víðari skal henda í málinum, legði vaktleiðarin aftrat.