Í gjárkvøldið kom Vaktar- og Bjargingartænastan fram á ein útóðrarbát, sum hevði sett línu á á Føroya Banka. Bankin er annars friðaður og tískil varð báturin tikin.
Hann hevði fingið eini 2000 pund av blandaðum fiski og løgreglan sigur, at nú verður virðið á veiðini gjørt upp og ta upphæddina skal útróðrarmaðurin nú rinda í endurgjaldi. Men harumframt fær hann eina bót fyri ólógligan fiskiskap.
|