Í gjár varð løgreglan boðsend at fara vestur á flogvøllin í Vágum, har tollararnir hjá Taks høvdu illgruna um, at ein maður royndi at smugla hassj. Tá ið løgreglan kom á staðið, varð maðurin kannaður og uppi á honum funnu tey sløk 50 gramm av hassji.
Hann var somuleiðis koyrdur í skannaran, at vita um hann somuleiðis fjaldi hassj innvortis, men tey sløku 50 grammini vóru tað, tey funnu, og løgreglan sigur, at tað er óvist um tað var til egna nýtslu, ella um ætlanin var at selja.
Maðurin, sum er seinast í tjúgunum, varð tikin á løgreglustøðina til avhoyringar og síðani varð hann leyslatin aftur, men hann er skuldsettyr fyri at bróta lógina um rúsevni.